Limagjald

Við limagjaldinum rindar hvør sín part av tí, tað kostar at reka felagið, frá røkt til íløgur.

Øll rinda limagjald. Manningar sum einstaklingar.

 

Upphæddir

U14: 400 kr. um árið.
U18: 600 kr. um árið.
Vaksin: 800 kr. um árið.
Hvílandi limir: 200 kr. um árið.

U14 fylla í mesta lagi 14 ár í álmanakkaárinum.
U18 fylla í mesta lagi 18 ár í álmanakkaárinum.
Vaksin fylla í minsta lagi 19 ár í álmanakkaárinum.

Hvílandi limir íðka ikki, men stuðla felagnum kortini. Tað stendur teimum frítt at rinda yvir ásett gjald.

Avsláttur

Systkin í U14 og U18 rinda helvtargjald. Avsláttur kann eisini vera givin í øðrum førum. Orða tað við manningarvørðin ella við formannin í felagnum.

Kontunummar

BankNordik: 6460 365.183.7
Tú kanst flyta um netbankan.
Viðmerk “Limagjald”.

Um limagjaldið sigur § 9 í viðtøkum okkara:

Aðalfundurin ásetir limagjaldið fyri tað ár, aðalfundurin verður hildin. Gjaldsfreistin er 1. mars í hesum ári. Vil persónur lima seg inn sum hvílandi lim eftir 1. mars, er gjaldsfreistin ein mánaður. Vil persónur lima seg inn sum virknan lim eftir 1. mars, verður limagjaldið at gjalda beinanvegin.

Limagjaldið kann vera ymiskt fyri ymiskar limabólkar, t.d. virknar og hvílandi limir, og aðalfundurin kann eisini áseta serligt limagjald fyri virkir, felagsskapir og annað.

Neystini og Tollbúðin

Róðrarfelagið Knørrur heldur til í Evensens pakkhúsi við Eystaru vág, í gamla neysti á Skálatrøð og í Tollbúðini á Eystaru bryggju.

Í Evensens og gamla neysti eru bátarnir. Har eru vit á vári og sumri. Í Tollbúðini eru maskinurnar og vektirnar. Har eru vit á heysti og vetri.

 
Neystið hjá Róðrarfelagnum Knørri í Evensens pakkhúsi.

Neystið hjá Róðrarfelagnum Knørri í Evensens pakkhúsi.