Silkisegl er fyrsti Jarnbardur hjá Róðrarfelagnum Knørri. Tann, ið kvinnurnar gjørdu til sigrara og vunnu mangt meistaraheiti við.
Í 2002 kom nýggjur Jarnbardur, og tann gamli varð nýttur til old girls-róður. Í 2018 varð hann seldur, tí rúm var ikki fyri honum, men í 2021 kom hann aftur og varð settur í stand.
Hann hevði itið Gamli Jarnbardur, men liðugt ístandsettur varð hann á vári í 2022 nevndur Silkisegl. Navnið er úr kvæðinum um Ormin Langa, og soleiðis fylgir báturin navnasiði felagsins.
Hanus Jensen smíðaði í 1990.