Nøvn, skrift og sitat
Hví bátar okkara eita, sum teir gera, hvussu vit sitera kvæðið um Ormin Langa á búnunum, og hvørja skrift, vit nýta til tað.
Nøvn
Bátarnir hjá Róðrarfelagnum Knørri hava nøvn úr kvæðinum um Ormin Langa. Tað hava teir, tí at fyrsti bátur felagsins, Knørrur, fekk navn sítt hiðani. Havnarkonan, Guðrun Gaard, fann upp á navnið.
Skrift
Síðan 2008 hava vit nýtt skriftina Viking til prent á klæði og annað, tí hon er knørralig. Hon hevur ikki bókstavin ð. Vit brúka bókstavin d í staðin.
Heinta skrift (zip-mappa)
Sitat
Á bakinum á búnum sínum hava manningarnar eitt sitat úr kvæðinum um Ormin Langa. Fyrst bátsnavnið, og niðriundir tilhoyrandi ørindisreglu, sum hon stendur í kvæðinum. Hjá Silkisegli tó fyrst ørindisregla, síðan bátsnavn.
Jallurin
valdi sær reystar garpar
Pílur
fleyg yvir jalsins høvur
Tambar
eitur mín menski bogi
Jarnbardur
á odda sigldi
Herningur
leyp úr lyfting niður
Knørrur
varð bygdur á Noregslandi
Ormurin Langi
størstur var
Úlvur
reyði í stavni stendur
Kongurin
letur snekkju smíða
Vundu upp síni
Silkisegl