Ein klassikari er farin – minningarorð um Hans

Hitt óttaleysa eygnabráið segði okkum, at vit vóru komin í takholt við mann, ið visti, hvat hann gjørdi. Hann var komin at leggja okkum lag á, nú vit fóru at rógva kapp.

Men tað mundi vera styrkin, sum gjørdi fyrsta inntrykkið. Tí tað bæði sást og kendist, at maðurin var komin av góðum haga. Herðarnar sum Urðarfjall og armar sum eikitrø. Tað skapti respekt hjá okkum knektum og stulkum. Legg hartil sjálvsagan og skálkabrosið, og vit vóru seld. Tað sigur seg sjálvt.

Tú vart við okkum frá fyrsta degi, og tíbetur tað. Tí vit vóru bara kátir kálvar, men tú sást neistan í eygum okkara, og við tínum formati birti tú hann til bálareld og gjørdi okkum til menn. Og nú, næstan fjøruti ár seinni, brennur hin eldur enn, eins og gera munnu aðrir eldar, tú kveikti á fold.

Farin ert tú nú seggur um sýn.

Tú eigur eitt VIP-pláss í hjørtum okkara. Tað manst tú eiga í so mongum hjarta, sum tú hitti. Og sum hitti teg.

Tí summum menniskjum fellur man fyri automatiskt. Tey hava nakrar grundleggjandi eginleikar, sum orð ikki setast á, men man følir teir, tá ið man møtir hesum menniskjum. Sum eru tey stillar vibratiónir frá løtuni, tá ið Gud fekk hugskotið til Adam og Evu.

Tú vart eitt sovorðið menniskja, Hans. Uttaná ein skopunargarpur, innaní ein summarsleiktur softice. Tak nú dagin, tá ið tú sum piltur fekst tín fyrsta kalva, seldi fiskin og bart mammu tíni eitt koppastell fyri pengarnar. Longu tá leikti samlyndið í tær.

At tú seinni bleivst eitt bragdamenni, legði líkasum tær seinastu strikurnar aftur at ímyndini av tær. Av birtinginum, ið stríðsmenn vilja hava við sína lið. Av abbanum, ið barnahendur vilja leiða. Av manninum, ið aldri sveik. Av Hans Sigurd Borgar Joensen.

Vit vóru svínaheldig at møta tær. Sama helst onnur, tú vart saman við. Útróðrarmenninir, arbeiðarafelagið, bacalaosjakkið, bátsfelagarnir, kammeratarnir, familjan, samfelagið.

Og farin ert tú nú seggur um sýn.

Uppi í himmalsins vestibulum skal nú forhandlast um, hvørt tú skalt akslast í glimmur og einglaveingir, ella um tú sleppur í pulshosurnar, gummiskógvarnar, liverpoolblusuna, dýnujakkan og keppin. Tú riggar nokk best í tí, og heilsa teimum frá okkum øllum, at eingil ert tú allíkavæl. So ruddiligani.

Og líka vist sum at kalvin enn svimur í Skopunarfirði er tað, at við tær hevur hin einglanna herur fingið eitt trútt og heitt felagshjarta, ið bankar fyri teimum, sum hjálp treingja til. Og sum hevur máttin og megina til at gera nakað við tað.

Hvíl í friði, kæri Hans, og takk fyri alt. Harrin veri hjá tær, og hann signi og styrki tykkum, sum eftir sita.

Róðrarfelagið Knørrur

Forrige
Forrige

RK nýtt seksmannafar

Næste
Næste

Tað besta er ofta ókeypis