Formaðurin í Róðrarfelagnum Knørri til reseptión á Dannebrog
Formaðurin í Róðrarfelagnum Knørri, Sámal Kristiansson, dugir ikki bara at rokast í einum kappróðrarbáti. 25. august 2018 var hann eisini til reseptión saman við fínum selskapi á kongsskipinum Dannebrog.
Tað var hann, tí felag okkara tann 23. august var vertur fyri vitjan hjá Fríðriki krúnprinsi í neysti okkara í Evensens pakkhúsi. Vitjanin í neystinum eydnaðist væl, og tað eiga allir rógvarar og fyriskiparar felagsins sín stóra lut í og tøkk fyri.
Les um vitjanina hjá krúnprinsinum her.
Sí fleiri myndir frá reseptiónina niðanfyri.