Hvor er det bare nice! – Danskir studentar vitjaðu Róðrarfelagið Knørr

Í gjár, 22. mars, var danskur ungdómur á vitjan í Róðrarfelagnum Knørri. Hetta vóru studentar úr Morsø Gymnasium í Norðurjútlandi. Teir hava ítrótt og søgu sum høvuðsfak og eru í Føroyum á námsferð. Fyrrapartin høvdu teir verið í Løgtinginum og hoyrt, hvussu tingarbeiðið er skipað.

Nú vitjaðu teir Róðrarfelagið Knørr fyri at hoyra og royna kvøðing og kappróður

Inni í neysti felagsins í Evensens pakkhúsi greiddi Janus Kamban teimum frá kvæðinum um Ormin Langa og um bardagan, sum Ólavur kongur Trygvason hevði við Eirik Hákunarson, Svein Tjúguskegg og Ólav Skeytkong. Og tó at søgan lítilsmetir danakong, Svein Tjúguskegg, so vóru studentarnir hugtiknir av henni.

Tá ið søgan var liðug, fóru vit út í sólina at kvøða Ormin

Kjartan Atlason og Janus skipaðu, og tað var ikki frítt, at fólk gjørdust forvitin, tá ið tey hoyrdu føroyskan dans úti í Tinganesi soleiðis ein yrkadag. Stuttligt var, og studentunum dámdi væl.

“Vundu upp síni silkisegl, út í havið ganga.” Studentarnir høvdu roynt at lært seg nøkur ørindi, áðrenn teir komu til Føroya, men gott var at hava Kjartan og Janus við.

(Mynd: Róðrarfelagið Knørrur)

At tað var Ormurin, ið kvøðin var, er ikki løgið. Hann er navnakeldan hjá Róðrarfelagnum Knørri, og bátar felagsins hava allir navn úr kvæðinum. Úlvur, Jallurin, Tambar, Pílur, Jarnbardur, Herningur, Knørrur, Kongurin og Ormurin Langi.

So varð flotað

Fá ella eingi høvdu sitið í róðrarbáti áður, so tað var eitt stórt upplivilsi hjá teimum. Summi vóru eitt sindur ótrygg í fyrstani, um nú bátarnir kundu koppa, men tey sóu skjótt, hvussu tryggir bátarnir eru undir árini, og so var í lagi við tí. Tvey knørrafólk vóru eisini á hvørjum báti – eitt við stýrið og eitt á lærinum, umframt at maskinbátur sigldi hjá.

Tey leggja manningunum lag á og læra tey, hvussu hetta ymiska eitur. Onkuntíð mátti man gera kompromis. Hvussu sigur man til dømis “skjótið á” á donskum? Tað gongur vist ikki at siga “skyd på,” so tað bleiv bara til “nu skal i bakke med årerne,” og tað gekk fínt. Her eru tað Ormurin Langi og Kongurin.

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

Fyrst varð róð á vágni eina løtu, og so út í Sandagerð at síggja vakurleikan har úti. Tí gamaní er vágin vøkur, men einki slær Sandagerð ein góðveðursdag. Tað hildu studentarnir við og sanniliga eisini allar havfrýrnar, sum dyppaðu í sjóvarmálanum har úti. Sandagerð er ein perla.

Endabresturin var sjálvandi kappróður millum manningarnar

Akkurát sum á ólavsøku, men styttri, frá molanum inn móti Tinganesi. Tað bleiv ein sovorðin festlig hurlumhej-olaj, kundi man sagt. Spentir sum tambarørvar struku bátarnir av stað, og um enn tað var rúm fyri nøkrum estetiskum fínpussingum, so varð herjað á av lívsins saft og kraft, tí róðurin skuldi vinnast. Så pyt med estetiken!

Tey rógva av øllum lívsins kreftum. Ormurin Langi, Kongurin og Knørrur.

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

Kongurin fór við sigrinum, og frøin á bátinum var einum veruligum ólavsøkuvinnara verdig. Av so óroyndum rógvarum at vera, róðu tey satt at siga bara heilt væl. Stuttligt at síggja, hvussu skjótt, ið summi kunnu koma á lagið.

Hvor er det bare nice!

Studentarnir vóru væl nøgdir við dagin. Óføra væl. Summir høvdu eisini á orði, hvussu gott tað er at uppliva bát og sjógv, og hvussu stórur partur, ið náttúran er av rógvingini.

Sum ein segði: “Hvor er det bare nice, selvom man får lidt søsprøjt i ansigtet. Eller måske lige netop derfor.”

Rætt er tað. Tað er nevniliga deiligt at rógva, og ein vakran várdag sum í gjár er tað fantastiskt.

Fryntligu studentarnir takkaðu so fyri seg

Í dag fara teir um reynið til Kirkjubøar og nýggjar upplivingar.

Og vit takka vit eisini. Tað er altíð stuttligt at fáa vitjan.

Donsku studentarnir vóru væl nøgdir við dagin.

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

 

Myndir frá vitjanini

(Róðrarfelagið Knørrur og Ólavur Frederiksen)

Forrige
Forrige

Í báti á fyrsta sinni

Næste
Næste

Løgmaður: Tað skal eisini vera pláss fyri Knørrafelagnum í Evensens pakkhúsi