Komið fjølment á fund leygardagin
Sum áður lýst, hevur Róðrarfelagið Knørrur eykaaðalfund og aðalfund nú leygardagin. Fundirnir vera í Tollbúðini. Eykaaðalfundurin klokkan 18:30, aðalfundurin klokkan 19:00.
Vit heita á limir felagsins um at koma fjølmentir á fundirnar
Eingi uppskot til atkvøðugreiðslu eru innkomin frá limunum. Freistin var úti síðsta leygardag. Nevndin hevur tey uppskot, ið kunngjørd vórðu tann 8. februar her á rk.fo.
Nevndin